Vælkomin til Labban 

Goymslan hjá okkum er í Líðini 97 í Kollafirði. 

Allar vørurnar vit selja, eru neyvt útvaldar til góðskutilvitaða hunda og kettu eigaran. Áðrenn vøran verður sett á hyllarnar og boðin til sølu, kanna vit eftir, um góðskan nú verðuliga er tann, hon skal verða. 

Vøra, ið er bíløgd umvegis heimasíðuna, kann avheintast sama dag, hon er goldin. Sí annars okkara keypstreytir.

Er ivi um eitthvørt, so er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tlf 211227 (Fríðhild) ella 504051 (Bjørg). Eisini kanst tú senda okkum ein teldupost á labbin@labbin.dk 

 

  • Handil

    Hundafóður, kettufóður, shampoo, balsam, oljur, kambar, bustir, bóltar, bamsur, hundabomm - ja, alt ein hundur yvirhøvur kann ynskja sær, finnur tú hjá okkum.
    Jú jú, okkurt er til ketturnar eisini

  • Røktar vegleiðing

    Ein stutt og góð vegleiðing um hvussu tú best røkir feldin á hundinum

  • Spurningar ?

    Tú er altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkum.

    Bjørg tlf 504051
    Fríðhild tlf 211227
    labbin@labbin.dk

Hundafóður

Líkamikið um hundur tín er rasureinur útstillingshundur, hart arbeiðandi seyðahundur, avslappaður sofahundur, brúkshundur sum venur bæði nógv og leingi, ja you name it - so fæst júst rætta hundafóðrið frá Royal Canin. Ivast tú í, hvat er rætta fóðrið til júst tín hund, so royn fóðurvegleiðingina HER

Umframt eitt sera breitt úrvæl av vanligum hundafóðrið, fæst eisini serligt fóður til sjúkar hundar. Hetta kann tó bara bíleggjast í samráð við djóralækna. Sí úrvalið HER

  

 

 

Hundaleikur

Bóltar, bamsur og aðrar stuttligar hundaleikur, til hundar í øllum støddum, av vælumtóktu dygdarvørunum frá Chuckit, Kong og Jolly pets finnur tú hjá okkum.

Vit tora nemmuliga at pástanda, at vit hava landsins størsta og besta úrvæl av hundaleikum. Hygg bara HER 

 

Shampoo & Balsam

Beinleiðis frá Italia koma absolut bestu røktar produktini tú yvirhøvur kann ynskja tær. 

Líkamikið hvønn tørv á røkt hundurin hevur, og hvat slag av feldi hann hevur, so finnur tú røttu røktarvøruna í stóra úrvælinum frá Iv San Bernard